Tíðindi

Veðrið

Samdrigið og samregn allan dag

Tá ið nakað er liðið út á seinnapartin støkkur hann upp í vestan, vindurin minkar niður í 8 til 13 m/s, og sum frá líður er ælaveður í staðin fyri samregn.

Í kvøld eisini við vátakava, og tá er eitt sindur meira vindur, upp í 15 ella 18 m/s.  

Hitin í dag upp í 10 stig fyrrapartin, men niður í 2 stig í kvøld.