Nevndarval: Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Brennir tú fyri fakfelagsarbeiði, so hevur tú møguleikan nú at stilla upp til forkvinnu/mann- og nevndarvalið í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Forkvinna/maður og tveir nevndarlimir standa fyri vali í ár.
Hevur hetta tín áhuga, send felagnum so nakrar reglur um hví tú ynskir at stilla upp og mynd av tær.
Uppstillingin skal sendast til [email protected]
og skal verða felagnum í hendi seinast 1. februar kl 16:00.
Nærri kunning um sjálvt valið, ið verður talgilt, kemur í Vøku í februar.