Hvørt ár móttekur Føroya Fiskimannafelag nógvar áheitanir um stuðul, tað er ein avbjóðing at taka dagar ímillum umsóknirnar.
Tí hevur felagið orða ein stuðulspolitikk og gjørt nýggjar mannagongdir.
Føroya Fiskimannafelag hevur í nógv ár stuðla ávísum tiltøkum, sum hava tilknýti til sjóvinnuna, eitt nú stuðla vit Føroya Sjómannadegi.
Vit avísa teim áheitanum, tá ið vit meta, at tiltakið - ella átakið ikki beinleiðis flokkast undir okkara virksemi.
Í framtíðini skulu allar umsóknir fyllast út á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag. Umsóknir sendar við telduposti verða IKKI viðgjørdar.
Um tú ella felagsskapur tín ætla at søkja um stuðul, er neyðugt at fylla út øll feltini niðanfyri – annars verður umsóknin ikki viðgjørd.
Fyri at søkja um stuðul, vinarliga fyll út teigarnar niðanfyri: