Privatlívspolitikkur hjá Føroya Fiskimannafelag (Dátuverndarkunning)
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Føroya Fiskimannafelag at tryggja, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti er kunnaður um hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í kap. 4 í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit viðgerða tínar persónupplýsingar.
Vit eru dátuábyrgdari
Føroya Fiskimannafelag er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við felagið
Føroya Fiskimannafelag
Bryggjubakki 14
100 Tórshavn
T-post: [email protected]
Telefonnummar: +298 31 15 69
Á heimasíðuni www.fiskimannafelag.fo sæst nær skrivstovan er opin.
Nær viðger Føroya Fiskimannafelag persónupplýsingar um teg
Føroya Fiskimannafelag viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi felagsins, herundir tær uppgávur, sum vit sum felag hava skyldu at loysa, tær tænastur felagið hevur skyldu til ella hevur avgjørt at veita tær. Her er talan um nógvar ymiskar tænastur millum annað at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama, og hetta er heimilað endamálið hjá Felagnum.
Tað kann verða, at felagið hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónupplýsingar um teg.
Eisini kann tað verða, at tú hevur sent felagnum ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu, ella eina starvsumsókn, o.s.fv. sum ger, at felagið skal viðgera tað, tú sendir inn sum eitt mál og hetta ger, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.
Felagið kann eisini viðgera eitthvørt mál har tú ert ein partur av málinum, tá verða tínar persónupplýsingar eisini viðgjørdar.
Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Føroya Fiskimannafelag skal veita liminum allar lógarásettar tænastur og sáttmála avtalaðu tænastur og veitingar, og tí er tað neyðugt hjá felagnum at viðgera tínar persónupplýsingar.
Tí eru tað fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:
Felagið kann hava eina rættarliga skyldu yvirfyri tær, sum ger, at vit viðgera persónupplýsingar um teg.
Tað kunnu verða uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónupplýsingum, sum er grunda á tænastur ið felagði bjóðar.
Vit kunnu eisini hava fingið samtykki frá tær til at viðgera tínar persónupplýsingar.
3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð
Tað kunnu, sum víst omanfyri, verða ymsar persónupplýsingar, sum felagið viðger og heimildargrundarlagið er eisini ymist.
Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-3 og 6 og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-3, og nr. 5, umframt §11, stk. 2, nr. 3 í dátuverndarlógini.
Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
Roknast skal við, at Føroya Fiskimannafelag viðger bæði vanligar persónupplýsingar og viðkvæmar persónupplýsingar um limirnar, alt eftir hvat viðgerðin snýr seg um.
Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Føroya Fiskimannafelag gevur ikki persónupplýsingar víðari, sum felagið hevur savnað í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. skattalógini ella lógini um trygdargrunnin osv, at vit senda persónupplýsingar til myndugleikar ella triðjapersón sum til dømis tryggingin osv. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.
Harafturat nýta vit í summum førum dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.
Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Føroya Fiskimannafelag nýtir sum útgangsstøðið ikki veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum til sosialar miðlar har móttakarin er í USA.
Um so, er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
6.1 Føroya Fiskimannafelag brúkar Facebook
Føroya Fiskimannafelag hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebooksíðuna hjá felagnum. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á Facebook er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á Facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.
Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Facebook.
Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Sum áður nevnt, so heintar felagið tínar persónupplýsingar, og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær, men tær kunnu eisini verða frá øðrum, so sum frá reiðarínum, tá talan er um upplýsingar frá einum fiskitúri.
Í onkrum førum fær Føroya Fiskimannafelag persónupplýsingar um teg um vit skulu viðgera eitt mál, sum tú á ein ella annan hátt ert ein partur av. Tá kunnu persónupplýsingarnar verða komnar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskapum, sum til dømis frá TAKS, ella frá landsfólkayvirlitinum, ella frá tí, sum hevur lagt málið fram fyri felagið.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.
Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Føroya Fiskimannafelag hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Føroya Fiskimannafelag skjalførir post/samskifti, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Føroya Fiskimannafelag galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.
Føroya Fiskimannafelag hevur sambært lógum sum lógin um trygdargrunnin o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar sum hevur við sjómannin at gera.
Starvsumsóknir hjá teimum, sum ikki fingu starv hjá Føroya Fiskimannafelag, verða burturbeindar eitt ár eftir, at Føroya Fiskimannafelag tók avgerð í málinum.
Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógina hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittul 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1).
Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at felagið skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til felagið á [email protected], ella á telefon +298 31 15 69
Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at Føroya Fiskimannafelag ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á [email protected] ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
---------
Hesin privatlívspolitikkur er góðkendur av formanninum hjá Føroya Fiskimannafelag, tann 02.03 2023