§ 2 Limaskapur
Rætt til limaskap hava menn og kvinnur, sum mynstra eftir sáttmálum Føroya Fiskimannafelags. Eisini onnur siglandi kunnu gerast felagslimir.
Uppiløgst sjófólk, sum hava verið limir, kunnu gerast hvílandi limir. Hesi kunnu halda fram í trygging felagsins, um tey lúka tryggingartreytirnar.
Limagjaldið er 1,25 prosent av hýruni. Vanliga mótroknar og rindar reiðaríið limagjaldið. Hvílandi limir rinda 100 krónur um mánaðin í limagjaldi. Hvílandi limur skal rinda peningin inn mánaðarliga á konto 9181 -120 -055.2
§ 3 Sjómannadeild
Til at taka sær av áhugamálum hjá øðrum siglandi limum enn fiskimonnum hevur felagið eina serliga landsumfatandi sjómannadeild. Eftir reglum, sum felgasstjórnin góðkennir, velja limirnir í sjómannadeildini eina trímanna deildarnevnd við tveimum tiltaksmonnum, og skipar hon seg sjálv við deildarformanni og næstformanni.
Nevndin fyri sjómannadeildina skipar sjálv fyri teimum seráhugamálum, sum hesin bólkur hevur við øllum neyðugum stuðli frá felagsskrivstovuni og felagsstjórnini, og skal nærri reglugerð gerast hesum viðvíkjandi.
Limir í sjómannadeildini luttaka á jøvnum føti við allar limir felagsins í sýslu- og felagsformannsvali og rinda sama limagjald, tó so at nærri reglur kunnu gerast hesum viðvíkjandi.
§ 4 Limagjald
Landsfundurin ásetur stødd limagjalds, avrokningargjalds og møguligt gjald til verkfallsgrunn.