Eftirlønatrygging
Stk. 11. Fiskimenn gera avtalu við reiðaríini um hvar eftirlønargjaldið skal flytast. Hetta er sambært avtalu við Føroya Reiðarafelag. Reiðarin eftirheldur tryggingargjaldið í avrokningini og rindar gjaldið so hvørt avroknað verður til eftirlønargrunnin, sum fiskimaðurin vísir á.
Stk. 12. Parturin hjá fiskimanninum sjálvum verður skuldskrivað honum í avrokningini. Reiðarin umsitur gjaldið hjá báðum pørtum.
Stk. 13. Gjaldið hjá manninum er ásett sambært almennum reglum. Í 2025 er tað 11,%. Í 2026 verður tað 12%.
Stk. 14. Gjaldið hjá reiðaranum er ásett til kr. 50,00 pr. dag.
Tað eru fleiri møguleikar har eftirlønargjaldið kann flytast. T.d. er Føroya Fiskimannafelag limur í eftirlønargrunninum LÍVSVERK. Kontonummarið er : 9181-480.302.9
Annars eru fleiri aðrir møguleikar. Eru spurningar so kann ringjast á skrivstovu felagsins.
