VIÐTØKUR FYRI FØROYA FISKIMANNAFELAG

§ 1 NAVN, ENDAMÁL

Navn felagsins er Føroya Fiskimannafelag, og er endamál tess at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Endamál felagsins er eisini at bøta um korini hjá øðrum siglandi enn fiskimonnum.

§ 2 LIMASKAPUR

Rætt til limaskap hava menn og kvinnur, sum mynstra eftir sáttmálum Føroya Fiskimannafelags. Eisini onnur siglandi kunnu gerast felagslimir.

Uppiløgst sjófólk, sum hava verið limir, kunnu gerast hvílandi limir. Hesi kunnu halda fram í trygging felagsins, um tey lúka tryggingartreytirnar.

§ 3 SJÓMANNADEILD

Til at taka sær av áhugamálum hjá øðrum siglandi limum enn fiskimonnum hevur felagið eina serliga landsumfatandi sjómannadeild. Eftir reglum, sum nevnd felagsins góðkennir, velja limirnir í sjómannadeildini eina trímanna deildarnevnd við tveimum tiltaksmonnum, og skipar hon seg sjálv við deildarformanni og næstformanni.
Nevndin fyri sjómannadeildina skipar sjálv fyri teimum ser-áhugamálum, sum hesin bólkur hevur við øllum neyðugum stuðli frá felagsskrivstovuni og nevnd felagsins, og skal nærri reglugerð gerast hesum viðvíkjandi.
Limir í sjómannadeildini luttaka á jøvnum fóti við allar limir felagsins í nevndar- og felagsformannsvali og rinda sama limagjald, tó so at nærri reglur kunnu gerast hesum viðvíkjandi.

§ 4 LIMAGJALD

Landsfundurin ásetur stødd limagjalds, avrokningargjalds og møguligt gjald til verkfalsgrunn.

§ 5 NEVNDIN

Felagið verður stjórnað av eini nevnd, sum hevur sjey limir, harav ein nevndarlimur er felagsformaðurin. Felagsformaðurin verður valdur millum allar limirnar á beinleiðis vali. Nevndarlimir annars verða valdir á landsfundi felagsins, soleiðis at 2 nevndarlimir standa fyri vali á hvørjum landsfundi, sí tó skiftisregluna í § 7, stk. 3.

Tveir tiltakslimir verða valdir. Felagsstjórnin velur sínámillum næstformann. Valskeiðið hjá felagsformanni, nevndarlimum og tiltakslimum er 3 ár, sí tó skiftisregluna í § 7, stk. 3.

Formaðurin boðar nevndarlimunum til fundar við í minsta lagi 24 tíma freist, um mál, sum hava serligan skund kann freistin vera styttri.

Nevndin er viðtøkufør tá meirilutin av nevndarlimunum møta á fundi. Gerðabók verður skrivað um tað sum viðgjørt verður á nevndarfundi. Bókin verður skrivað undir av øllum fundarluttakarunum.

§ 6 UPPSTILLING OG VAL

Uppskot til nevndarlimir kunnu verða sett fram á landsfundi felagsins. Valevni skulu vera limir í Fiskimannafelagnum.

Valevni til felagsformann skal hava í minsta lagi 10 stillarar. Valevni eins og stillarar skulu vera limir í Fiskimannafelagnum.

Við vali av felagsformanni hava eisini limirnir á teim skipum, sum eru burtur, tá uppstillingin fer fram, rætt til at stilla upp eitt valevni.

Valevni er uppstillað sum felagsformansvalevni, um 10 stillarar ella tríggjar skipsmanningar skjóta hann upp. Valini eru loynilig og fara fram eftir reglum, sum nevndin ásetur. Skipast skal so fyri, at limir, sum eru burtur, meðan valið fer fram, skulu hava høvi at greiða atkvøðu.

Atkvøðuseðlar verða sendir til grannskoðara felagsins, sum telur atkvøðurnar.

§ 7 AÐRAR REGLUR FYRI VAL

Hvør felagslimur hevur skyldu, at taka við vali sum nevndarlimur og sum tiltakslimur. Tó kann felagslimur, sum hevur verið nevndarlimur eitt valskeið at enda, nokta at taka móti endurvali í næstkomandi valskeiði

§ 7, stk 2

Felagsformaður, nevndarlimir og tiltakslimir verða vald fyri trý ár í senn og tekur valskeiðið við 1. februar. sí tó skiftisregluna í § 7, stk. 3.

§ 7, stk. 3 Skiftisreglur

Á fyrsta landsfundi eftir broytingina, verða valdir seks nevndarlimir.

Eftir hetta nevndarvalið verður á sama landsfundi við lutakasti avgjørt hvørjir tveir nevndarlimir standa fyri vali eftir 1 ár, hvørjir tveir nevndarlimir standa fyri vali eftir 2 ár og hvørjir nevndarlimir standa fyri vali eftir 3 ár.

Limur, sum ikki sjálvur er á landsfundi, kann stilla upp sum nevndarlimur. Tað skal gerast við skrivi til felagið í seinasta lagið tríggjar dagar áðrenn landsfundin. 

Um limur verður skotin upp á sjálvum landsfundinum og hann ikki er til staðar, skal hann tríggjar dagar frammanundan hava sent felagnum eina váttan, har hann játtar uppstillingina.

§ 8 ÁLITISFÓLK

Umborð á skipum eigur manningin at velja sær ein álitisfólk, sum skal vera millummaður millum skipara og manning og á annan hátt vera talsmaður manningarinnar.

Álitismaðurin skipar, t.d. eftir reglum, sum nevnd felagsins fyrisetur, fyri uppstilling og val umborð á skipum, sum ikki eru heima, meðan val fara fram. Gjørd verður serlig skipan fyri álitisfólk.

§ 9 LANDSFUNDUR

Landsfundurin er hægsta vald felagsins, og hann verður hildin hvørt ár í november ella desember. Fundurin skal boðast frá við 3 viku freist.

Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:

1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Val av teimum nevndarlimum, sum standa fyri vali.

3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Val av grannskoðara.
5. Ásetan av limagjaldi.
6. Uppskot frá stjórn og limum.
7. Annað.

 

Landsfundurin verður skipaður av felagslimunum, sum møta á fundi, og hava hesi atkvøðu, talu- og uppskotsrætt. Uppskot skulu vera nevndini í hendi tríggjar vikur undan landsfundinum. Uppskot um lógarbroyting skulu hava undirtøku frá 3/5 av limunum, sum eru skrásettir at taka lut í landsfundinum.

Nevndin hevur talu-, uppskotsrætt og atkvøðurætt, sum allir aðrir felagslimir. Landsfundurin kann samtykkja at senda mál til atkvøðugreiðslu millum allar limirnar. Gerðabók verður skrivað um tað sum viðgjørt verður á landsfundinum. Bókin verður skrivað undir av øllum nevndarlimum.

EYKALANDSFUNDUR

Um ein meiriluti av nevndini, 80 felagslimir ella 10 skipsmanningar ynskja tað kann landsfundur haldast við skrá, sum tann sum krevur landsfundin ásetir.

Lýsingarfreistin fyri eykalandsfundin er 3 dagar, tó kann víkjast frá hesi freist, um mál við serligum skundi skulu viðgerast.

§ 10 RAKSTUR FELAGSINS

Formaður saman við nevndarlimum standa sum nevnd felagsins fyri rakstri felagsins og umboða felagið úteftir. Felagsformaðurin hevur ábyrgd av dagligu leiðslu felagsins og tekur avgerð í dagliga fyrikomandi málum.

Nevndin er viðtøkufør, tá meira enn helvtin av limunum eru á fundi, og vanligur meiriluti er avgerandi fyri allar avgerðir. Nevndarfundur verður hildin, tá formaður ella tríggir nevndarlimir ynskja tað.

Í samstarv við nevndina setir formaðurin neyðugt starvsfólk á skrivstovuni, og skal reglugerð gerast fyri dagligu arbeiðsgongd felagsins.

Felagið verður bundið við undirskrift av formanninum. Til lántøku, veðseting umframt keyp og sølu av fastari ogn krevst nevndarsamtykt og undirskrift av formanninum og minst 3 nevndarlimum.

§ 11 ROKNSKAPARVIÐURSKIFTI

Roknskapurin verður grannskoðaður av einum statsautoriseraðum grannskoðara. Reglugerð verður gjørd fyri roknskaparmannagongd felagsins.

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

§ 12 FELAGSSKYLDA

Felagslimir Føroya Fiskimannafelags mugu ikki mynstra við føroyskum skipi, uttan at allir umborð eru felagsbundnir. Allir sum mynstra eftir sáttmálum Føroya Fiskimannafelags skulu vera limir í Føroya Fiskimannafelag. Fyri limir í sjómannadeildini kann nevnd felagsins tó gera undantak frá hesi reglu.

Fer nakar limur í Føroya Fiskimannafelag at sigla saman við monnum, sum ikki halda tær í hesi grein nevndu treytir, ella fremur hann á annan hátt brot móti felagnum ella boðum tess, kann hann gerast útlagin úr felagnum. Skal limur koyrast úr felagnum hevur viðkomandi rætt at vera hoyrdur skrivliga ella munnliga, áðrenn nevndin tekur avgerð í málinum.

Skal limur koyrast úr felagnum skulu tveir triðingar av teimum sum eru á nevndarfundi atkvøða fyri.
Fyri uppafturtøku kann nevnd felagsins seta treytir, harundir at tílíkur limur rindar sekt, ið nevnd felagsins ásetur.

§ 13 AVTØKA AV FELAGNUM

Samtykt um at avtaka felagið kann eingin verða gjørd uttan á einum við tí endamáli serstakliga saman-kallaðum fundi.

Samtyktin verður einans galdandi, tá 3/4 av teim greiddu atkvøðunum hava játtað henni.

Eigur felagið við avtøkuna ognir, eftir at skuldir tess eru rindaðar, skal Hjálpargrunnurin fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn eiga hesar ognir.

§ 14 GILDISKOMA

Henda lóg kemur í gildi 1. november 1980. Broytt eftir samtykt á landsfundi tann 19. desember 2014, staðfest við uratkvøðu 1. november 201. Broytt á landsfundi tann 22. desember 2016, staðvest við uratkvøð 31. august 2017. Broytt á landsfundi tann 28. desember 2024.

 

PS: Hetta er tað sum er broytt á landsfundi 28.12.2024.


 

§ 7, stk 2

Felagsformaður, nevndarlimir og tiltakslimir verða vald fyri trý ár í senn og tekur valskeiðið við 1. februar. sí tó skiftisregluna í § 7, stk. 3.

§ 7, stk. 3 Skiftisreglur

Á fyrsta landsfundi eftir broytingina, verða valdir seks nevndarlimir.

Eftir hetta nevndarvalið verður á sama landsfundi við lutakasti avgjørt hvørjir tveir nevndarlimir standa fyri vali eftir 1 ár, hvørjir tveir nevndarlimir standa fyri vali eftir 2 ár og hvørjir nevndarlimir standa fyri vali eftir 3 ár.

Limur, sum ikki sjálvur er á landsfundi, kann stilla upp sum nevndarlimur. Tað skal gerast við skrivi til felagið í seinasta lagið tríggjar dagar áðrenn landsfundin. 

Um limur verður skotin upp á sjálvum landsfundinum og hann ikki er til staðar, skal hann tríggjar dagar frammanundan hava sent felagnum eina váttan, har hann játtar uppstillingina.