Sjúkradagpengar

Sjúkradagpeningur er ein fyribils veiting, sum tú kanst søkja, um tú vegna sjúku ella skaðatilburð ikki kanst røkja títt starv og tí missir arbeiðsinntøku. Tú kanst eisini søkja, um tú ert við barn og ymisk árin gera, at tú gerst óarbeiðsfør ella ikki fært røkt títt starv. Somleiðis kanst tú fáa rætt til dagpening, um tað gerst alneyðugt at verða um álvarsliga sjúkan hjúnafelaga ella barn. Hevur tú rætt til løn undir sjúku, kannst tú ikki fáa dagpening.

Fyri at fáa sjúkradagpening skalt tú senda Almannaverkinum umsókn. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um sjúkradagpening. Tú hevur rætt til dagpening frá 1. fráverudegi, um Almannaverkið hevur móttikið fráboðan um sjúkuna við umsókn í seinasta lagi 60. dagin eftir 1. fráverudag. Verður umsóknin móttikin á Almannaverkinum seinni, verður dagpeningur veittur frá tí degi, umsóknin er móttikin á Almannaverkinum.