Avreiðingarvirðiða á kvotuni í bretskum sjógvi er umleið 385 mió. kr.
AVTALAN UM MAKRELIN HEVUR STÓRAN TÝDNING !
Makrel-fiskiskapurin í bretskum sjógvi hevur gingið væl og fleiri skip hava nú fiskað sína kvotu - sum m.a. skiparin á Finni Fríða, Andri Hansen, greiður frá.
Kvotan í bretskum sjógvi er í ár 24.232 tons. Skiparin á Finnur Fríða greiður frá, at prísurin hevur ligið um 16 kr. kg. Tað vil siga, at avreiðingarvirðiða á kvotuni í bretskum sjógvi er umleið 385 mió. kr.
Í 2023 - áðrenn makrel-avtaluna við Norra og Bretland - var miðalprísurin umleið 6,50 kr. kg. Var hetta prísurin í dag, so høvdu tey 24.323 tonsini havt eitt virði á góðar 155 mió. kr. - ella 230 mió. kr. lægri enn avreiðingarvirðið er í dag.
Ongin ivi er um, at tað var rætt at gera avtalu um makrelin - og týdningurin av avtaluni er nú púra sjónligur
Innslagið við Andri Hansen, skipara á Finni Fríða er her
https://kvf.fo/.../18/makrelurin-i-bretskum-sjogvi-ger-mun
Tað skrivar Dennis Holm á sínum facebook-vanga.