Hoyr samrøðuna HER - Felagið Nótaskip

Taka ikki undir við ætlanini at lova fleiri framat virðunum í uppsjóvarfiskinum

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar, at broyta sjófeingislógina, soleiðis, at fleiri skulu sleppa framat virðunum, sum eru í uppsjóvarfiskinum, makrel, sid og svartkjafti. 

Hetta hóvar Felagnum Nótaskip illa. HOYR SAMRØÐUNA HER Felagið Nótaskip: Pláss er ikki fyri fleiri aktørum í uppsjóvarvinnuni | Kringvarp Føroya

Páll Holm Johannesen er stjóri í Felagnum Nótaskip, sum umboðar tey trý stóru reiðaríðini, Varðan, Framherja og Christian í Grótinum.

Hann heldur ikki, at pláss er fyri so nógvum aktørum í vinnuni, nú kvoturnar eru so nógv minkaðar. 

"Tað avmarkar rásarúmið hjá limunum í Felagnum Nótaskip, og tí tekur felagið ikki undir við ætlaðu broytingunum hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, í sjófeingislógini," sigur Páll Holm Johannesen, stjóri. 

Dennis Holm, landsstýrismaður, ætlar millum annað at frameftir skal eingin eiga meira enn 15 prosent í øllum bólkunum.

Felagið Nótaskip vísir á, at í fleiri øðrum vinnugreinum eru fyritøkur, ið hava stórt vald.

Tað skrivar Frants Jensen á kvf.fo