Arbeiðsmarknaður og skúli: Fáa nú løn ímeðan tey ganga í skúla
Næmingar í Heilsuskúlanum skulu nú fáa løn undir útbúgving. Tað ætlar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum. Tí hevur hann nú skrivað eitt uppskot um hetta, sum verður lagt fyri Løgtingið í næstum.
– Vit vilja hava, at fleiri fara at útbúgva seg innan heilsu- og vælferð, tí stórur tørvur er fleiri starvsfólkum á økinum, bæði nú og frameftir, sigur landsstýrismaðurin útbúgvingarmálum, á Facebook.
Ein partur av tí er at næmingar í Heilsuskúlanum eisini skulu fáa løn í skúlatíðini. Væntandi fer hetta at hava við sær, at áhugin fyri at taka útbúgvingarnar á Heilsuskúla Føroya fer at vaksa, sigur hann.
Tí fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at arbeiðsgevarar kunnu rinda næmingum á Heilsuskúla Føroya løn undir útbúgving.
Tað skrivar dimma.fo
Lønin til ein heilsuhjálparanæming verður 3.924 krónur um vikuna. Men afturfyri fáa teir so eitt ávíst lønarendurgjald fyri lønarútreiðslurnar ta tíðina, næmingurin er hjá arbeiðsgevaranum.
Lønarendurgjaldið verður 60 prosent av minstulønini og fyri ein heilsuhjálparanæming svarar tað til 2.354 krónur um vikuna.