Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 3 m/s, smáskýggjað og turt. Sum líður á fyrrapartin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s og kanska okkurt ælið norðanfyri.

Seinnapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smá-ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt.

Í nátt gongur hann niður í eystan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.