Veðrið
Lítið lot til frískt lot av útnyrðingi ella av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt.
Seinnapartin frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, eitt skifti í kvøld í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, skýggjað og okkurt ælið.
Fyrrapartin í morgin lítið lot til frískt lot norðan, minni enn 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin millum -1 og 5 stig.