Vit hava vit nógv at læra frá grannalondum okkara

Dennis Holm skrivar

Sera áhugaverd vitjan á Nofima

Í grannalondunum okkara er eitt púra greitt fokus á góðsku á fiski og á gagnnýtslu av øllum pørtum av fiskinum. Endamálið er at fáa so stórt virði burturúr úr hvørjum fiski sum tilber.

Granskingar- og menningarstovnurin Nofima er ein av týðandi stovnunum í Norra, sum miðvíst arbeiðir við og granskar í góðsku, og við menning, nýskapan og virðisøking.

Á vitjan á Nofima í Tromsø, saman við m.ø. norska fiskimálaráðharranum Marianne Sivertsen Næss, greiddu tey frá virkseminum og vístu eisini á ítøkiligar verkætlanir við kanning av góðsku av toski og gagnnýtslu av øllum pørtum av fiskinum.

Nofima hevur eitt breitt virkisøkið og hevur eisini verkætlanir knýttar at alivinnuni. Áhugavert og annarleiðis at royna turkað laksablóð í pulvurformi, sum kostískoytið.

Vit hava vit nógv at læra frá grannalondum okkara - og var tað eisini eitt av endamálunum við vitjanini á Nofima, nú skipanir í Føroyum eru tillagaðar til at hava greiðari fokus á gransking, menning og nýskapan.

-Og komandi mánaðirnar verður enn størri fokus á gransking, menning og nýskapan innan fiskivinnuna, tí eisini í Føroyum hevur tað týdning at fáa so stórt virði sum tilber burturúr tí einstaka fiskinum.

(Umframt egnar myndir, so eru myndirnar frá Nofima og frá norska Fiskimálaráðharranum)

Myndirnar Dennis sipar til liggja á hansara egna facebook-vanga.