Fiskimannafelagið vil úr ALS
Stýrið fyri ALS hevur víst Føroya Landsstýrið á, at fleiri broytingar eiga at verða gjørdar í ALS lógini.
Uppskotið kom til viðgerðar í Løgtinginum í dag kl. 11.00.
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Margit Stórá, sum eisini umsitur arbeiðsmarknaðarmál og tí eisini ALS, hevur lagt fram Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin).
Tað skal tó sigast, at Stýrið fyri ALS hevur sent áheitanina um broytingarnar langt áðrenn Margit Stórá tók við.
Sjómenn vilja ikki gjalda til ALS skipanina longur, um støðan ikki broytist í stundini, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sum grundgevur fyri hví so er:
- Støðan er ikki haldbar. Sjómenn bara gjalda inn í ALS kassan, fáa onki út.
Føroya Fiskimannafelag hevur sett fram krav um, at fiskimenn ikki skulu bíða í 30 dagar fyri at sleppa upp í ALS, men heldur í 15 dagar. Hin broytingin er, at vit ikki skulu vera avmarkaðir at vera í skipanini í 60 dagar, men heldur í 90 dagar, sigur Jan Højgaard.
Í uppskotinum, sum nú er lagt fyri tingið, eru tað bara fiskimenn, sum ikki fáa karensdagarnar broyttar niðureftir.
Nú krevja vit okkara rætt, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
Inntøkugrundarlagið hjá fiskimonnum at útroknað ALS-gjaldið eftir er ALS skipanin helst væl nøgd við, sigur Jan Højggard, men at geva út til okkara limir, tað gongur heldur heldur trekt.
Sum dømi kann nevnast, at í 2022 fiskaðu 17 tey bestu skipini í Føroyum fyri 2,45 milliardir krónur. Restin av skipunum og bátum í Føroyum, fiskaðu fyri 1,23 milliardir krónur.
Talan er um heilar fýra milliardir krónur, sum fiskimenn eru við til at koyra í føroyska samfelagið – landskassan, ALS, pensjónsgrunnar o.a. leggur Jan Højgaard aftrat.