Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

 

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum frálíður frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Skýggjað og okkurt ælið.

Seinnapartin støkkur hann vesturum til útsynning, lot til frískt lot, 8 til 13 m/s; sum frálíður lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og kanska okkurt ælið.

Í kvøld lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, vaksandi upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til15 m/s.

Móti morgni og fyrrapartin í morgin, strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum +1 og +6 stig, í nátt og í morgin millum +3 og +7 stig.