Royna eftir reyðæti
Royndir eftir havsins reyða gulli
Sp/f Mót hevur gjørt royndir eftir reyðæti síðan 2020, og ætlanin er at hava lønandi virksemi innan fimm ár.
Í Noregi hava tey roynt eftir reyðæti í fleiri ár, men síðan í 2020, hava føroyingar eisini gjørt royndir at royna eftir reyðæti í bankarennuni um veturin.
Reyðæti verður eisini nevnt havsinis reyða gull.
Smápartafelagið Mót hevur síðan 2017 arbeitt við verkætlan at royna eftir reyðæti, og felagið hevur gjørt ymsar royndir síðan í 2020.
Um summarið rekur reyðæti framvið Føroyum úr vestri, og fer víðari í Norðurhavi. Um veturin kemur reyðæti aftur í føroyskan sjógv úr eystri.
Í Noregi hava sjómenn klagað, tí teir ræðast møguligar ávirkanir á botnfiskastovnarnar. Men við einans at fiska í bankarennuni um veturin, so heldur Eilif Gaard, lívfrøðingur á Havstovuni, at tað ikki fer at ávirka annan fiskiskap.
Havstovan mælir til, at tað verður bert tikið um eitt til tvey prosent av mongdini, sum rennur gjøgnum bankarennuna, og tað svarar til umleið 120.000 tons.
Heini Niclasen frá Sp/f Mót vónar, at innan fimm ár eru liðin, so hevur felagið fingið vinnuligt virksemi av reyðæti - tí reyða gullinum.
Tað skrivar Sigurjón Einarsson á kvf.fo