Veðrið
Fríggjadagur 24. januar 2025, skrivað kl 12:06 UTC.
Eitt lágtrýst norðanfyri Írlandi gongur í ein landnyrðing og fer yvir í Norskahavið. Brúgvaløg úr lágtrýstinum fara í dag og í morgin framvið Føroyum við vindi og regni. Sunnudagin kemur ein veikur hátrýstryggur inn yvir Føroyar, áðrenn eitt nýtt lágtrýst í Norðuratlantshavinum dýpist og fer inn yvir Bretland, og hevur við sær høgættarrák teir fyrstu dagarnar í komandi viku.
Forsøgn galdandi til leygarmorgun
Strúkur í vindi ella skrið eystan, 13 til 18 m/s, í kvøld upp í landnyrðing, samdrigið og sum frá líður samregn. Seint í kvøld og í nátt minkar hann vindin niður í frískt lot upp í strúk um norðan, 7 til 12 m/s, framvegis samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.
Leygardagur
Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin veksur upp í hvassan vind ella skrið vestan, 15 til 20 m/s, samdrigið við regni ella ælaveðri, í støðum vátakavi. Út á kvøldið og um náttina minkar vindurin niður í frískan vind ella hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft við vátakava- ella kavaælaveðri. Hitin 3 til 6 stig.
Sunnudagur
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, um kvøldið niður í lítið lot av ymsum, minni enn 5 m/s, sólglottar og okkurt kavaæl. Um náttina veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, yvirhøvur turt, men sum frá líður skýggjað. Hitin 1 til 5 stig.
Mánadagur
Hann veksur vindin upp í frískan vind ella hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 1 til 7 stig.
Týsdagur
Frískur vindur upp í strúk norðan ella av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkar niður í lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 1 til 5 stig.
Mikudagur
Lítið lot til frískt lot av landnyrðingi, minni enn 8 m/s, sum hækkar upp í norðan og seinni fer yvir í vestan, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 1 til 5 stig.