BJARGINGARBÁTUR HANDAÐUR TILBÚGVINGINI

Talan er um skjóttgangandi bát

 

Móttøka í Bruna- & tilbúgvingarstøðini á Drelnes í dag 1. Februar 2025

Í dag 1. februar 2025 handaði tilbúgvingarleiðarin fyri Eysturkommunu, Gunnar Olsen bjargingarbátin, ið felagstilbúgvingini fyri Fámjins-, Hvalbiar- og Tvøroyrar kommunu hava keypt frá SEK Eysturkommunu.

Talan er um skjóttgangandi bát, sum verður staðsettur á Tvøroyri, men er skjótur at flyta til grannabygdirnar, um tørvur er á hesum.

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu: http://www.tvk.fo/content.asp?sid=6381&id=