Nýggja Høgaberg undur føroykst flagg
P/F Framherji yvirtikið nýggja Høgaberg
P/F Framherji hevur yvirtikið nýggja Høgaberg og skipið er skrásett í føroyska flotanum.
Eftir ætlan fer nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum fyrst á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, áðrenn skipið kemur til Føroya fyri fyrstu ferð.
Bygdur í Skaagen
Høgaberg er bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Skaagen. Hann er 88 metrar langur,17 metrar breiður og lastar 3.400 tons. Nýggja skipið hjá P/F Framherji hevur tveir høvðusmotorar, tveir Bergen 6L33:45 3600 kW motorar, sum tilsamans hava knapt 9.800 hk.
Høgaberg er serliga gjørdur til at fiska makrel, sild og svartkjaft.