Arbeiðsmarknaður: Posta 12 ársverk skorin burtur

Tilsamans verða 20 størv niðurløgd. Tað svarar til 12 ársverk.

Orsøkin er, at Posta gevst við at bera út lýsingabløð og annan adressuleysan post út.

Edvard Remberg er fyribils stjóri á Posta: Gevast at bera lýsingabløð út - kostar 12 ársverk | Kringvarp Føroya

Mynd: Edvard Remberg, fyribilsstjóri á Posta.

Í hesum sambandi eru 12 starvsfólk beinleiðs søgd úr starvi og hann sigur, at tað svarar til átta ársverk. Hini átta starvsfólkini eru spard burtur við nátúrligari frágongd, ella við at fólk eru sett í onnur størv.     

Posta sigur í tíðindaskrivinum at virksemið verður skipað meira skynsamt í samsvari við eftirspurningin og tørvin hjá viðskiftafólki, tí virksemið broytist við stórari ferð.