Lista leigað fyri Glyvursnes

Skipið fer í sigling mánadagin á rutuni millum Rotterdam, Tórshavn og Þorlákshöfn

MV Lista byrjar í sigling mánadagin 27. januar á rutuni millum Rotterdam, Tórshavn og Þorlákshöfn.

Skipið varð bygt 2011 á Odense Staalskibsværft og er 193 metrar langt og 26 metrar breitt.

Skipið avloysir Glyvursnes, sum fekk stóran skaða í havnini í Hirtshals 2. januar, tá ein spreinging var í maskinrúminum, har ein av manningini lat lív.