Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s, samdrigið og ælaveður, í støðum eisini við vátakava ella kava.

Um middagsleitið støkkur hann upp í vestan, men sum líður á seinnapartin gongur hann niðuraftur í útsynning.

Í nátt veksur vindurin upp í frískan vind ella skrið, 10 til 15 m/s. Hitin 3 til 7 stig.