Hoyr samrøðuna: Kommuna mótmælir at helvtin kann landast uttanlands

Mótmælir, at sjófeingislógin verður broytt, soleiðis at skipini sleppa at landa helvtina av veiðuni uttanlands.

Eitt samt býráð mælir staðiliga til at halda fast um verandi orðing í løgtingslóg um sjófeingi, har tað er ásett, at øll veiða hjá føroyskum skipum skal landast og avreiðast um bryggjukant í Føroyum. Tó kunnu 15 prosent av veiðuni fyri hvørt fiskaslag landast og avreiðast uttanlands.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, er argur um, at uppskotið kemur frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, og hann hevur biðið um fund við Fiskimálaráðið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Tvøroyrar býráð mótmælir at helvtin kann landast uttanlands | Kringvarp Føroya

Tað skrivar Frants Jensen á kvf.fo