Veðrið
Strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn.
Út á fyrrapartin ælaveður. Fram ímóti middegi veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, samdrigið og samregn, sum líður á seinnapartin ælaveður.
Í nátt gongur hann vesturum og minkar vindin sum frálíður niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 7 til 12 stig.