Veðrið
Frískt lot upp í strúk av landsynningi og eystan, 7 til 12 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Sum frá líður veksur hann vindin.
Seinnapartin og í kvøld upp í strúkur í vindi ella skrið eystan og av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn.
Seinni í kvøld og í nátt minkar hann vindin niður í frískt lot upp í strúk norðan og av útnyrðingi, 7 til 12 m/s, framvegis samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.