Fyrsta skip, ið bleiv bygt til fiskiskap á Tvøroyri, fekk navnið ” Tveraa” (1837-1844)

BÁTAFELAGIÐ NADDODDUR, SUNNUDAGIN 9. FEBRUAR 2025

BÁTAFELAGIÐ NADDODDUR, SUNNUDAGIN 9. FEBRUAR 2025:

AÐALFUNDUR OG SERA ÁHUGAVERD FRAMLØGA

Sum áður lýst er aðalfundurin hjá Bátafelagnum Naddoddi sunnudagin, 9. februar 2025 kl. 15.

Eftir aðalfundin - kl. 16 - hevur Viberg Sørensen spennandi og sera áhugaverda framløgu um fyrsta fiskifar í Føroyum, og tað var her á Tvøroyri.

Viberg skrivar m.a.:

Fyrsta skip, ið bleiv bygt til fiskiskap á Tvøroyri, fekk navnið ” Tveraa” (1837-1844)

Skipari var Jóhan Hendrik Weyhe.

Kanska var hetta fyrsta skip í Føroyum, ið varð bygt bara til fiskiskap. Tey, ið vóru áðrenn, vóru eisini til frakt.

Tvøramenn vóru so at siga ikki til, og deksfør vóru heldur ikki til. Tað vóru bara opnir bátar.

Tey nógvu útlendsku skipini prógvaðu, at tað kundi fáast nógv meira burturúr fiskiskapi, enn føroyingar fingu. Okur høvdu hvørki kunnleika ella skip.

Norðmenn bygdu bátar til havróður, og endin var, at ein slíkur var kontraktaður, og avtalað varð við myndugleikarnar, at teir skuldu hava timburfrakt heim við, tá ið báturin var liðugur.

Sonne Smith hevur tikið myndirnar av Naddoddaneystinum og Viberg Sørensen

Naddoddaneystið og Viberg Sørensen.

Skipsmyndin er eitt modell av deksfarinum "Tveraa", og persónsmyndin er av skiparanum, Jóhan Hendrik Weyhe.

NADDODDANEYSTIÐ SUNNUDAGIN, 9. FEBRUAR KL. 16 EFTIR AÐALFUNDIN, SUM ER KL. 15.

Øll eru vælkomin til framløguna hjá Viberg.