Veðrið
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum vátakavi ella heglingur. Hitin 2 til 7 stig.
Sum líður út á kvøldið veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í nátt í støðum upp í storm, 22 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið í støðum. Hitin 5 til 9 stig.