Vit hyggja eftir nýggjari skipi
Síðstu árini hava verið góð hjá Steintór
Steintór er nú til 40 ára klassing. Trolarin er væl hildin og er í rímuliga góðum standi, men tað sæðst sjálvandi, at hann er gamal. Vit hyggja eftir nýggjari skipi, men tað tekur sína tíð og kostar pening, sigur skiparin.
Í vikuni vitjaði sjómanstrúboðarin umborð á djúpvatnstrolaranum Steintór úr Hvalba. Har hitti hann, millum aðrar, skiparan, Øssur Thomsen og fekk eitt prát við hann.
Áðrenn trúboðarin fór í land aftur, hevði hann eitt Guds orð og bøn.
Uppá fyrispurning hvussu gongdin hevur verið hjá Steintóri, svaraði Øssur:
- Síðstu árini hava verið góð. Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur og so hevur prísurin verið góður.
- Vit fiska mest undir Føroyum eftir kongafisk og svartkalva. Vit hava eisini gjørt nakrar túrar vesturi á Íslandsrygginum. Tá hava vit fingið nakað av toski og svartkalva. Toskaprísurin hevur eisini verið góður. Harafturat eru vit slopnir í bretskan sjógv at royna eftir svartkalva, og tað hevur munað væl. sigur hann.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Myn TJ myndir