Havstovuni fekk fígging frá Aage V. Jensens Fonde
Nýggi granskingarbáturin “Lomvigin” siglt fyrsta túrin
Á heysti 2022 fekk Fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni fígging frá Aage V. Jensens Fonde at lata ein bát byggja til sjófuglateljingar kring alt landið. Í síðstu viku sigldi nýggi báturin sín fyrsta arbeiðstúr. Báturin hevur fingið navnið Lomvigin.
Søgan handan navnið
Navnið “Lomvigin” vísir til upprunaliga aðalmálið hjá Fuglakanningarstøðini á Havstovuni. Tá Fuglakanningarstøðin varð sett á stovn í 1972 var tað nevniliga við tí endamáli, at fylgja gongdini í lomvigastovninum, sum mann visti hevði verið í stórari afturgongd síðan 1950’ini.
Eftirsum báturin skal taka við í hesum týdningarmikla arbeiði, mettu vit tað vera hóskandi, at kalla bátin upp eftir svartfuglinum, sum er miðdepilin í kanningunum. Samstundis minnir báturin ikki sørt um ein lomviga í útsjónd.
Myndin:
Staðbundið navn
Í Føroyum er navnið lomvigi staðbundið. Summi siga “lomviga” og onnur “lomvigi”. Av tí, at høvuðskanningarstøðin er staðsett á Høvdanum í Skúvoy, varð lokala frábrigdið, “Lomvigin”, valt.