Jan Højgaard og Per á Sýnini á fundi við Reiðarafelagið fyri Handilsskip

partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv

Sum myndin vísir, so vóru Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag og Per á Sýnini, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, til vinstru á myndini, tann 29. januar á fundi við Reiðarafelagið fyri Handilsskip har teir handaðu hvørjum øðrum krøv.

Sáttmálarnir fyri manning við handilsskipum ganga út 1. mars 2025. Hesa ferð samráðast feløgini hvør sær.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur avtalað fundir við øll trý manningarfeløgini í viku 7

Til høgru á myndini eru: Ráðgevi og varastjóri í Vinnuhúsinum og Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip