Tíðindi

Tveir oljukyndir trolarar

Áhugaverd grein við Óla Olsen, rithøvundi.

Í 1947 fingu føroyingar fyrstu oljukyndu trolararnar – systurskipini Nólsoyar Páll og Jóannes Patursson. Frammanundan vóru einans gamlir koltrolarar. Bátarnir vóru nýggir, nú teir komu til landið, smíðaðir í Beverly í Bretlandi.

Teir vóru 526 tons brutto við 800 hesta guvumaskinu og fermdu um 300 tons av saltfiski. Christian Holm Jacobsen átti Nólsoyar Páll og Pf. Uvak í Havn Jóannes Patursson. Nólsoyar Páll TN 10 Stásiligi trolarin kom flaggskrýddur á Havnina 1. mai 1947.

Móttøkan var góð, og Hans Andrias Djurhuus, skald, var millum røðararnar. Hans Pauli Johannesen førdi Nólsoyar Páll fyrsta túrin, ein ísfiskatúr til Bjarnoynna. Síðan fór Hans Jacob Isaksen (Hansemann) at føra trolaran. Hans Pauli, sum hevði ført koltrolaran Norðbúgvan hjá pf. Uvak við góðum úrsliti, skuldi føra Jóannes Patursson.

Men tíðin hjá Nólsoyar Pálli undir føroyskum flaggi varð ikki drúgv. Sjóvinnubankin kom í trongstøðu, hevði tøkan pening fyri neyðini, og ein avleiðingin var, at tolarin um heystið 1951 varð seldur einum felagi í Hull. Jóannes Patursson TN 350 (KG 183) Jóannes Patursson kom flaggskrýddur á Havnina 25. mai 1947. Hann gjørdi fyrst nakrar ísfiskatúrar undir Íslandi og eystanfyri og fór so til Grønlands.

Einki føroyskt skip hevði áður roynt við troli í Grønlandi. Teir truffu heldur ikki við, men fingu túrin inn undir Íslandi og seldu væl í Bretlandi. Her skal skoytast uppí, at longu árið eftir, í 1948, var øðrvísi vorðið í Grønlandi.

Nógvur fiskur, og fleiri føroyskir trolarar, kolfýrdir sum oljukyndir, løgdu vestur um havið breiða, summir á saltfisk, aðrir ísfisk. Hans Pauli Johannesen førdi Jóannes Patursson fyrstu átta árini. Hann segði eitt nú, at størsta umskiftið frá Norðbúgvanum til Jóannes Patursson var maskinan, frá kolfýring til oljufýring.

Tað var so ómetaliga nógv ómakaleysari bara at binda oljuslanguna í, tá ið lagt varð at bryggju, og fylla á, til tangarnir vóru fullir, enn at skula lempa kol í nógvar tímar. Eitt var at fáa kolið umborð, annað at fáa øskuna fyri borð aftur. Varð nógv og skjótt fiskað tíðliga á túrinum, ráddi um at lempa kol fyri borð í sama mun, sum lastin fyltist við fiski. Tað gav nógv eykaarbeiði, og nógv kol fór til spillis, segði hann. Í 1951 seldi pf. Uvak Pf. J.F. Kjølbro trolaran. Fiskiskapinum bilaði einki, men Sjóvinnubankanum manglaði tøkan pening. Hans Pauli varð verandi umborð á Bóndanum, sum trolarin eisini kallaðist, til 1955, tá ið hann fór at føra Fiskanes. Svenning Johannesen, yngsti bróðir hansara, førdi síðani Jóannes Patursson. Samson O. Samson var seinasti skipari á Bóndanum.

Á sumri 1965 varð trolarin seldur til Bretlands til upphøggingar. Jóannes Patursson á Kappanum ”Føroysku trolararnir hava roynt á Vesturlandinum og norðuri á Halanum, men fiskiskapurin hevur verið smáligur. Jóannes Patursson er farin yvir á Kappan at royna.” Henda tíðindastubba hevði Norðlýsið í blaðnum 23. januar 1959. Hetta var júst eina viku undan syrgiligu vanlukkuni á Kappanum, tá ið Hans Hedtoft gekk burtur. Svenning Johannesen var skipari á Jóannesi Paturssyni og Kaj í Bartalsstovu fyrri bestimaður.

Fyri nøkrum árum síðani var eg í Syðrugøtu og bað Kaj í Bartalsstovu siga mær frá ísfiskatúrinum á Kappanum í 1959. Hann segði: ”Tað var í hálvum januar 1959. Vit fóru av Suðurlandinum og ætlaðu okkum upp á Halan. Men tá ið vit komu á Fuglabergstangan, rópti Andras hjá Óla Jákup Jensen á okkum. Tá lá hann á Kappanum sum skipari á einum eingilskum trolara, hevði gott veður og fekk nógvan fisk.

LES ALLA GREININA HER í FF-BLAÐNUM Ff Blað Desembur 2023 255x355 (calameo.com)