Tíðindi

Nú er tíðin komin til at tala harðliga at!

Fróði L. Ejdesgaard

Friðingarnar frá Havstovuni.

Nú er tíðin komin til at tala harðliga at! Nú eru 30 ár síðani friðingarnar í 1994 blivu settar í verk. Tær hava so onki prógvað. Fiskiskapurin bara minkar.

Nú er ætlanin at leggja eftir teimum seinastu trolbátunum. Teir plagað at fáa 1-2 góðar túrar frá 1 apríl og fram eftir. Okkurt árið bert tann eina, so fellur fiskiskapurin niður aftur á teir vanligu 20 kassarnar í miðal.

Nú í summar eru 40 ár síðani ein trolbátur kom til okkara heim. Havi síðani verið við hesum skipabólkið í drúgvum tíðarskeiðum. Tá vóru 55 trolbátar.

Hetta er ein klekingarstøð sum vil nakað. Man lærir alt sum man hevur brúk fyri á havinum. Splejsað, bøta, og alt vanligt viðlíkahald av reiðskapið. Tú hjálpir til í maskinrúminum, gongur vakt á brúnni. Ja stórt sæð alt sum tú seinni hevur brúk fyri á havinum. Hetta er ein verðulig aspirantskipan, men ikki sett í skipan. Hesir bátar klekja sjómenn, sum seinni gerast yvurmenn á brúgv sum í maskinrúmið. Men hetta leggja almennu Føroyar ikki merkið til. Tey koma ikki so mikið sum oman á bryggjuna. Politikkara koma bert í 1-2 vikur 4 hvørt ár, í hasum snøggu jakkunum við einum bókstavið á rygginum. So be it! That´s how it is, MP !!

Havtaskan hevur svikið nú í fleiri ár. Fleiri av hesum bátum mangla 1-2 mánaðarlønir síðani í heyst.
Dennis sigur at fiskurin skal sleppa at svimja ótarnaður inn ígjøgnum I-kassan. Hetta gevur jú meining, hann skal jú sleppa inn at gýta. Innanfyri og eystanfyri liggur ein flotið av snellubátum. Har eru nakrir fáir bátar mannaðir við fullriknum monnum, sum hanga í alt árið. Teir hava sanniliga brúk fyri nøkrum góðum fiskidøgum, tá veðrið er til vildar. Eg ynski teimum ein góðan várróður!

Ein rættuliga stórur partur av bátunum á várleiðini er eisini mannaður við fastløntum fólkið. Hesi leggja sær frítíðina soleiðis til rættis, at tey kunna troytað gýtingarstovnin á vártíð. Úthvíldir í flottum Regatta draktum, goldin av reiðaríunum, sum eisini lønar teimum í vertíðini. Um nú útnyrðingurin ella landnyrðingurin skuldi verið so tráður, at Norðhavið ikki kann troytast.

Hetta torir ongin politikkari at gera nakað við. Atkvøðurnar eru fleiri hjá hesum sportútróðrarmonnunum, enn hjá teimum sum eisini eru noyddir at troytað havið teir buldrasligu vetrarmánaðirnir.

30 túrar hjá einum fastløntum uppá 1000 kilo, er tað sama sum ein fullur trolbátur. Minnist til tað!
Ein deyður toskur er nú ein deyður toskur. Lat teir, sum eru har alt árið, sleppa at eiga vártíðina! Har eru fleiri mánaðir uttan løn, vegna serliga ringt veður í vetur.

Hugurin at flótað kann ordnast í millum oyggjarnar, við snørið og teinið (eisini nevnt akslatræ).
Sum sagt, hesin skipabólkurin er ein klekingarstøð til okkara komandi sjófólk. John á Morning Star plagdi at taka til: Teir eru við okkum, til teir eru slopnir av við sjóverkin og duga síni ting. So fara teir víðari.

Nú verða fleiri skip mannaði við útlendingum. Alt gott um tað. Men vandin við hesi vandastýring, í frøðisins navnið er, at ongin føroyðingur er at loysað saman við teimum.

Eg skal svørja uppá, at meira enn annar hvør, sum er við einum trolbáti í dag, fer at finnað sær annað starv, um tit ganga plankan út við hesum vitleysu friðingunum.

Tit hava eisini tikið makrelkvotuna frá hesum sama skipabólkið. Hon var góð at bjargað vetrinum. Hetta hava tit lóggivið beint inn til ríku reiðaríini, sum njóta gott av at fáa fólk frá hesi klekingarstøðini.

Til seinast ein spurning til okkara háttvirdu løgtingslimir og landstýrisfólk:

Høvdu tit klára tykkum uttan løn í apríl, um til eisini høvdu mist lønina í tveimum av mánaðunum sum farnir eru? Spyrji tykkum hetta, áðrenn tit atkvøða hetta vitloysið ígjøgnum! Nú er hetta nokk í kunngerðaform. Setið so Dennis Holm upp á pláss!

Lat tað ikki hetta verða tykkar eftirmælið, at tit forkomu einum heilum skipabólkið.

Frøðin er góð, men hon er skaðilig í hesum førinum.

1. Eg varnist okkurt vakurt, tó at tað tykist fjart.
Eg hoyri og eg síggi væl meir enn hvítt og svart.
Nú lívsins litir fjølbroyttir reka tætt framvið.
Eg haldi, at eg livi og lívið varar við.

2. Er byrðan tung at bera, og niðanbrekka er?
Ein uggi er, at andróður mentan mannin ger.
Um sjógvur kastar av sær, tá ódnin balast kann.
Lat tað ei sita á tær, at verðin frá tær rann!
Jógvan Telling.

Fróði L. Ejdesgaard