Tíðindi

Hvussu eru ognarviðurskiftini í fiskivinnuni?

Dennis Holm

Sambært Sjófeingislógini, sum hevur ein avmarkaður skari – skip sum hava veiðiloyvið og fiskiloyvið – brúksrættindi til okkara felags tilfeingið úr havinum í avmarkað tíðarskeið. Men spurningurin er, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum?

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið hevur saman við VØRN gjørt eitt yvirlit yvir hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum pr. oktober 2023, sum síðani verður dagført á hvørjum ári. Yvirlitið fevnir harumframt um, hvussu er avreiðingarvirðið í 2022 var býtt millum samtøk, feløg ella einstaklingar.

Endamálið er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu avreiðingarvirðið er býtt.

Við tað, at ein avmarkaður skari av fiskiførum hevur brúksrættindini til okkara felags tilfeingið til láns, so er tað eisini í almennum áhuga, at borgarar og onnur á ein einklan hátt kunnu fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska flotanum.

Útgávan kann takast niður her

ognarlutir-i-fiskivinnuni.pdf (cdn.fo)