Tíðindi

Viðmerking frá lesara

Fyri nøkrum døgum síðan skrivaðu vit um ein sang, sum Andrea Árting hevði yrkt. Tá var tað eitt sindur ógreitt nær sangurin var yrktur.

Tá skrivaðu vit m.a

Í samband við, at vit fluttu tað mesta av okkara gomlu skjølum suður í skjalagoymsluna á Tvøroyri, komu vit fram á hesa yrking eftir Andreu Árting. 

Til Fiskimannin 

1

Ei bert fyri teg og tíni,  

ei bert fyri meg og míni, 

men fyri alt Føroya land 

so tíðliga tú fórt út at stríða, 

á Norðuratlantshavinum víða 

2

Um mikið tú veiðir og førir,  

tað minst tína egnu ogn nørir,  

tú nívist í nøtandi band.  

Tó lívið tú setur í váða, ov lítið vit munnu tær gáa 

2

Besta rætt tú átti at liva,  

títt lív uttan ekka og iva 

for armóðins svíðandi brand,  

tá eiga øll av hjarta, 

innast tær unna væl,  og altíð minnast: 

3

Ei bert fyri seg og síni, 

Ei bert fyri meg og míni, 

men fyri alt Føroya land. 

 

Nú hevur ein lesari gjørt okkum varugan við, at sangurin er yrktur til 50 ára føðingardagin hjá Føroya Fiskimannafelag í 1961. Hann hevur síðan tá ikki verið almennur. 

Andrea gjørdist forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í 1937 og røkti hetta starv heilt til 1977.

Andrea hevur í tíð síni í arbeiðararørsluni yrkt nakrar vakrar arbeiðara- og tjóðsangir.

Takk fyri viðmerkingina.