Tíðindi

Donsk uppsjóvarskip landa í Føroyum

Donsku uppsjóvarskipini Isafold og Themis vóru fyrr í vikuni inni við makreli, sum skal landast í Føroyum.

Danska uppsjóvarskipið Isafold kom á Fuglafjørð við 1.500 tonsum av makreli, sum suldi landast til Pelagos. 

Danska uppsjóvarskipið Themis var á Tvøroyri við 1.000 tonsum av makreli, sum skal landast til Varðan Pelagic.

Skipini hava fiskað makrel í hetlendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tað skrivar fiskur.fo. Myndina eigur Kiran Jóanesarson