Tíðindi

Coronet endaði í Nýfundlandi

Tíðliga á heysti 1935 fór Coronet úr Klaksvík at sigla heim úr Grønlandi við fullari last, 500 skippundum. Manningin var 21 mans, og teir høvdu av besta veðri, til komið varð suður á Kappan.

(Grein úr blað nr. 43)

Coronet var 90 tons tons brutto, smíðað í 1887 í Grimsby. Motorurin, 57 hesta skandia, gav skipinum saman við seglunum upp í fimm míla ferð. Joen Jacob Jacobsen og Jens Clæmint Isaksen, báðir búsitandi í Klaksvík, keyptu skipið í 1919 úr Grundsund í Svøríki. Jens Clæmint átti nú skipið einsamallur. 

Á Kappanum kom Coronet í ódnarveður, og 7. september breyt ein sjógvur stórmastrina av um dekkið og ruddaði alt fyri sær, so bert mesanmasturin stóð eftir. Skipið fyltist við sjógvi, og motorurin steðgaði. Radio var umborð, men eingin sendari, so teir fingu ikki givið boð frá sær.

Fleiri føroysk skip á heimleið vóru illa stødd í sama ódnarveðri. Blithesome, sum Mortan í Hvannasundi førdi, sakk, men deksbáturin, Coralia, ið sonur hansara, Kaj, førdi, bjargaði manningini. Carlton við Richardi Jacobsen sum skipara kom eisini illa fyri, men bar kortini boð í bý.

Veruligur lívsbardagi fór nú fram á Kappanum. Manningin á Coronet pumpaði og oysti dag og nátt, samstundis sum hildið varð undan ódnini. Smátt um smátt slætnaði hjá teimum, og vindurin makaði til lot av landnyrðingi. 20. september komu skipbrotnu menninir til Nýfundlands.

Har loðsaði ein lítil útróðrarbátur skipið inn í tryggu havnina Valleyfield. Sama kvøldið savnaðist manningin í lugarinum at takka og prísa Harranum fyri at hava leitt seg í Havn. Coronet var so illa farin, at tá ið komið varð til St. Johns, høvuðsstaðin í Nýfundlandi, varð hon uppgivin sum vrak.

Úr Nýfundlandi fóru føroyingarnir við ferðamannaskipinum New Foundland til Liverpool í Bretlandi. Haðani fóru teir við bussi til Leith í Skotlandi og síðani við Sleipner hjá DFDS til Føroya. Tá ið teir vóru heima aftur, vóru tveir mánaðir gingnir, síðani heimferðin byrjaði.

Seinni frættist, at Coronet varð umvæld frá grundini í Nýfundlandi og hevði broytt navn til Hazel Pearl. Hon fór fyrst at trola eftir fiski og síðani at sigla við farmi. Í 1945 fórst Hazel Pearl í ísinum í Nýfundlandi. Mannskaði var eingin.

Manningin á Coronet 

Skipari (flaggskipari): Sofus Joensen, Leirvík. Fiskiskipari: Viggo Joensen, Leirvík (seinni Klaksvík). Bestimaður: Steffan Kunoy, Kunoy. 2. bestimaður: Kristian Karl Eliasen, Leirvík. Motorpassari: Palli Steinberg, Klaksvík. 2. motorpassari: John Joensen, Leirvík. Kokkur: Joen Karl Joensen, Ljósá.  (Sofus var pápi Viggo og John).

Dekkarar: Johannes Vitalis Hansen, Klaksvík, Karl Michaelsen, Kunoy, Albert Michaelsen, Kunoy, Hans Christian Jacobsen (Kissa), Kunoy, Jógvan Jacobsen, Kunoy, Julius Purkhús, Kunoy, Jógvan Syderbø (Strandar-Jógvan), Kunoy, Niels Petur Danielsen, Kunoy, Joen Hendrik Heinesen, Viðareiði, Kerstad Johannesen, Klaksvík, Heini Heinesen, Elduvík (seinni Saltangará), Hans Heinesen, Elduvík (seinni Saltangará), Hanus S. Hansen, Mikladali og Justinus Eliasen, Leirvík.


Flaggskipari – fiskiskipari  

Gomlu skipararnir – teir við fiskiskiparapappírum – høvdu í veruleikanum loyvi at sigla allan sjógv. Øðrvísi var hjá yngru skiparunum – teimum við setuskiparapappírum eftir 1916. Teir máttu eisini taka longdina til tess at mynstra sum skipari til Grønlands.  

Við fiskiskiparaprógvi frá 1903 (lærdi hjá Dánjali í Ungagarði í Porkeri) mynstraði Sofus Joensen, Leirvík, í 1935 sum skipari á Coronet til Grønlands. Viggo Joensen, sonur hansara, hevði setuskiparaprógv frá 1929 (Thorshavn Navigationsskole), men tá ið hann ikki hevði longdina, kundi hann ikki mynstra sum skipari til Grønlands. Hann var fiskiskipari á Coronet henda túrin – verkligi skiparin umborð.

Tá ið føroysk skip í 1920-árunum fóru til Grønlands at fiska, tók eitt heldur løgið fyribrigdi seg upp við flaggskiparaspurninginum, sum helt á í mong ár. Setuskiparar, ið ikki høvdu tikið longdina, men ætlaðu sær til Grønlands at fiska, fingu sær annaðhvørt ein eldri mann við fiskiskiparapappírum sum flaggskipara – ella ein yngri við setuskiparapappírum, sum eisini hevði longdina.

Á myndini: Klaksvík í 1932. Carlton liggur fyri teymi, meðan Fugloy og Coronet (svarta sluppin) liggja við bryggju. Hinumegin vágna skonnartin Karen. Mynd: Fjallheim

Tað er Óli Olsen sum skrivar greinina á Nordlysinum, su