Tíðindi

Teir búðu umborð á útróðrarbátum í tveir mánaðir

Karin K var móðurskip hjá 10 útróðrarbátum

Her síggjast fýra útróðrarbátar andøva við Vestmannaoyggjarnar, har teir helst hava fingið sær eina tiltrongda hvíld eftir túrin í Eysturgrønlandi, tá farmaskipið Karin K var móðurskip hjá 10 útróðrarbátum. Kjølbro fyritøkan átti flestu bátarnar, men Josias Matras átti Glottan, og Mathilda var úr Leirvík. Fylgið fór av Klaksvík tann 7. august í 1959, og eina viku seinni vóru teir komnir yvir móti Grønlandi, men tað gekst illa á koma á fiskileið inn móti landi fyri ísi.

Sum heild var illa roynandi fyri ísi hetta árið, og bátafylgið kom ofta illa fyri av ísinum, sum skrúvaði saman um bátarnar, men tíbetur eydnaðist tað teimum hvørja ferð at koma leysir. Onkrir av bátunum høvdu tó fingið skaða. Tann 27. september rýmdu teir, og tann 6. oktober vóru teir aftur á Klaksvík, men veiðan var bara 170 tons í saltfiski. Eg kann ímynda mær, at menninir hava luktað nakað illa, tá teir eru komnir til hús, eftir at hava búleikast umborð á útróðrarbátum millum 30 og 80 tons í tveir mánaðir.

Sjálvur havi eg bara verið inni í Vestmannaoyggjunum ta einu ferðina. Hetta var í lestrarárunum seinast í 1970 unum, tá eg var tríggjar snellutúrar eftir upsa við Havsbrún undir Íslandi. Tann eina túrin var hol komið á vatntangan á bátinum, men vit royndu í nakrar dagar aftaná tað, meðan vit kláraðu okkum við øðrum drekkandi, sum var umborð. Vit fingu upp í lastina á Havsbrún allar tríggjar túrarnar.

Men umsíðir máttu vit inn í Vestmannayggjunum at tetta tangan, og fáa hann fyltan aftur við vatni. Hetta var fleiri ár aftaná eldgosið í Oyggjunum, men tá vit gingu runt í býnum, var tað løgið at síggja, at fleiri hús lógu undir ella næstan undir grótbræðingini. Myndin er úr savninum hjá Jóannes Niclasen.

Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.