Naddoddur liggur norðanfyri Hetland
Tað stendur væl til umborð á seksaringinum, Naddoddi, nú báturin hevur siglt í eitt samdøgur.
Báturin er í løtuni staddur nakað norðanfyri Hetland, sigur Bergur Jacobsen, formaður í bátafelagnum Naddoddi, sum hevur samband við skiparan umborð.
Naddoddur skuldi upprunaliga fara avstað 19. august, men orsakað av vánaligum veðri hevur hann ligið á Tvøroyri til hann setti kósina móti Norra seinnapartin í gjár.
Málið við ferðini er at royna at sigla teinin í opnum báti, júst sum víkingarnir gjørdu fyri meira enn 1000 árum síðan.
Hoyr samrøðuna Naddoddur liggur norðanfyri Hetland | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Tað skrivaði Sissal Grækarisdóttir Magnussen á kvf.fo seinnapartin í gjár