Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt.

Sum líður á fyrrapartin gongur hann niður í vestan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Seinnapartin lækkar hann niður í sunnan.

Í nátt fer hann í landsynning og í morgin ári eystan og veksur vindin upp í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, tað dregur á luftina, og sum frá líður er samdrigið og regn. Hitin 8 til 13 stig.