Veðrið

Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi

Frískur vindur upp í eitt skrið sunnan, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin gongur upp í útsynning og veksur vindurin upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s.

Í kvøld og í nátt minkandi vindur. Skiftandi skýloft og ælaveður ella løtur við regni.

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 7 og 12 stig.