Seksæringurin, Naddoddur komin til Måloy og tikin í land

Føroyingur í Måloy tekur sær av Naddoddi.

Tað var bjargingarskipið KV Bergen sum sleipaði Naddodd inn. Líkið av kvinnuni, sum var funnin druknað var eisini umborð bjargingarskipinum KV Bergen.

Soleiðis skrivar Gundur Axel Sorensen á facebook-vanganum hjá Naddoddi.

Trist at síggja,men við góðari hjálp frá mínum soni Trond Marius Sørensen sum arbeiðir hjá Måløy Havneservice, er Naddoddur tikin upp og stendur trygd og avbyrgdur í Måløy. Hann tekur sær av allari bagasju og annað sum lá umborð og tekur tað heim til sín