Nógv hava áhuga í starvinum hjá Jógvan
Nógv vilja vera stjóri í Nótaskipum.
Okkurt um 25 hava søkt um stjórastarvið í felagnum Nótaskipum.
Flestu umsøkjarar eru menn, men onkur kvinna hevur eisini søkt.
Jógvan Jespersen, sum er fyrsti stjóri felagsins, hevur verið stjóri har síðani 1. mai í 2008.
Miðað verður eftir at seta nýggja stjóran 1. oktober.
Jógvan Jespersen heldur fram, til nýggi stjóran hevur verið í starvinum í eina tíð.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo
Myndin vísir Stefan í Skorini, saman við Jógvan Jespersen.