Skrokkurin varð bygdur í Polen, og gjørdur liðugur í Skagen

Nú kemur nýggi Finnur Fríði á Gøtuvík leygardagin

Varðin í Gøtu kontraktaði nýtt nóta- og trolskip frá Karstensens Skipsværft 23/11 í 2021. Skrokkurin varð bygdur í Polen, og gjørdur liðugur í Skagen. Skipið er 88 m langt og 16,5 breitt.

Skipið er útgjørt við nýggjastu og mest umhvørvisvinarligu tøknini, sum er á marknaðinum í løtuni. M.a. er motorurin, ein Wartsila 31, klárur at móttaka framtíðar brennievni, sum t.d. metanol og ammoniak. Skipið lastar 3000 tons.

Fyri lítlari løtu síðan loysti nýggi Finnur Fríði frá landi í Skagen og stevnir ímóti Føroyum. Skipið kemur at liggja við bryggju í Norðragøtu.

Finnur Fríði kemur inn á Gøtu leygardagin. Nærri kunning kemur seinni, um júst nær dópshátíðarhaldið verður.

Manningin, sum var á gamla Finnur Fríða, heldur fram umborð á nýggja Finnur Fríða.

Eftir hátíðarhaldið í Gøtu væntast Finnur Fríði at fara á makrelfiskiskap einaferð í næstu viku. Útgerðin er øll umborð.