Minni av toskayngli í ár
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni.
Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024 í mun til undanfarnu tvey árini. Tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1983-2024) eru nøgdirnar undir miðal fyri tosk, nebbasild og hvítingsbróðir, men yvir miðal fyri hýsu. Eisini er miðalstøddin av hesum sløgum eitt vet minni í ár enn miðalstøddin fyri alt tíðarskeiðið. Kanningarnar í ár byrjaðu eina viku fyrr enn vanligt er og møguliga ávirkar hetta úrslitini, serliga fyri nebbasild, sum skal hava eina ávísa stødd fyri at verða fingin í trolið. Stórur munur var á nøgdini í ymsu økjunum. Størstu nøgdirnar av yngli vóru vestanfyri og í útnyrðingspartinum av Landgrunninum.
Hinvegin, so var nógv av plantuæti á Landgrunnnum. Nøgdirnar inni á Landgrunninum vóru umleið tríggjar ferðir størri enn uttan fyri Landgrunnin og fyribils er vísitalið fyri gróðurin higartil í ár væl yvir miðal.
Á Føroyabanka vóru nøgdirnar av toskayngli í fjør methøgar. Væl minni av toskayngli er at fáa í ár, men tó eru nøgdirnar yvir miðal, tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1991-2024). Nøgdirnar av hýsuyngli eru væl yvir miðal, meðan lítið er av nebbasildayngli á Føroyabanka.
Lítið var av plantuæti á Bankanum og nøgdirnar vóru bæði smærri enn á Landgrunninum og í havøkinum rundan um Bankan.
Les alla túrfrágreiðingina her.