Brimil tók skotska trolaran Venture IV
Leygarkvøldið tók Brimil skotska trolaran Venture IV, sum fiskaði á friðaðum øki í ein útnyrðing úr Mykinesi.
Venture IV var í einum kassa, sum eitur H. Hann var stutt innanfyri, tá hann var tikin.
Kassin hevur verið friðaður fyri trolveiðu í minst 20 ár.
Trolarin fekk boð um at sigla til Havnar. Har fekk skiparin sektaruppskot.
Fiskað í eitt samdøgur
Hann skal eisini gjalda virðið á fiskinum, sum hann hevði.
Tað var ikki nógv, tí hann hevði fiskað í minni enn eitt samdøgur.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo
Venture IV fór av Havnini tíðliga í gjárkvøldið suður á Munkagrunnin.
Tá hevði hann veitt trygd fyri pengunum, sum hann skal gjalda.
Myndina eigur Macdouff Ship Design