Westward Ho 140 ár

Framsýningin í Snarskivuni er opin til seinast í september.

Í samband við at sluppin Westward Ho í ár er 140 ár, er framsýning í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu, har til ber at síggja myndir og lesa meira um sluppina.

Bara tvær sluppir eru eftir í Føroyum. Onnur er Westward Ho, sum Tórshavnar kommuna eigur, og hin er Johanna TG 326 í Vági.

Tað er áhugafelagið Sluppvinir, sum rekur Westward Ho og heldur hana við líka.

Framsýningin í Snarskivuni er opin til seinast í september.