Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður, í støðum mjørki og tám.

Fyrrapartin gongur hann upp í eystan, og vindurin veksur upp í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og samregn.

Seinnapartin slítur í, hann lækkar niður í sunnan og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s.

Í kvøld fer ættin í útsynning, og vindurin veksur upp í frískan til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 9 til 14 stig.