Gudrun reistist eftir enda, tá bumban brast
Sluppin Gudrun á vágni onkuntíð seinast í 1950-unum. Gudrun varð bygd í Hull í 1884, haðani ein íslendskur prestur keypti hana, og gav henni navn eftir konuni. Hetta navnið hevði hon restina av síni livitíð.
Gudrun varð keypt til Føroya úr Íslandi, og í 1919 varð hon keypt til Norðoyggjar. Eftir tað skifti skipið eigarar nakrar ferðir, men í 1932 keypti Vilhelm Vilhelmsen á Syðradali skipið, og í 1940 keypti bróðurin Poul Juel aðra helvtina frá Vilhelm. Teir áttu hana, til hon varð løgd. Gudrun fekk motor ísettan í 1929, og varð bara brúkt til snøris- og snelluveiðu.
Vilhelm á Syðradali førdi Gudrun tey fyrstu árini, eftir at hon varð keypt, men onkuntíð loysti bróðurin Poul Juel hann av. Eftir kríggið, fór Jógvan, sum var tann yngsti av Syðradalsbrøðrunum, at føra Gudrun, og hann førdi hana, til hon varð løgd í 1975.
Gudrun sigldi til Skotlands øll krígsárini við fiski, sum teir keyptu í Klaksvík og í Hvannasundi og seinni eisini í Íslandi. Einaferð varð Gudrun álopin av týskum flúgvara, sum slepti fýra bumbum. Ongin rakti skipið, men tann eina bumban brast undir hekkuni á skipinum, sum reisti seg eftir enda. Tíbetur fór skipið ikki at leka, og helt leiðina fram við fiskinum til Aberdeen.
Eftir at Gudrun varð løgd í 1975, keypti ein grunnur í Klaksvík skipið at varðveita, men har spurdist onki burturúr. Seinni keypti Jógvan Petersen í Vestmanna ella Jógvan á Sev, sum vestmenningar nevndu hann, skipið. Hon varð sleipað til Vestmanna, har hon lá fyri teym, men seinni í 1970-unum varð hon søkt í Vestmannasundi.
Tá vit tóku nýggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna í brúk í 2009, kom Jógvan á Sev yvir til mín við eini gávu, sum hann vildi geva skúlanum. Gávan var kumpassin og loggurin á Gudrun, sum hann hevði tikið úr skipinum, áðrenn tað varð søkt. Hesi vóru í vánaligum standi, men pápi tók sær av at umvæla tey. Hesi standa nú í eini glasmontru á skúlanum saman við øðrum heiðurslutum, sum næmingar á skúlanum hava vunnið.
Myndin av Gudrun er frá Norðoya Fornminnissavni, og hon sæst eisini á s. 117 í 1. parti í bókini “Havið og vit” hjá Jógvan Símun Hansen, sum kom út í 1960.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna á facebook.