Hava lagt leiðini til Norra
Um 3-tíðina seinnapartin í dag, leygardagin 24. august, legði seksæringurin hjá bátafelagnum Naddoddi á Tvøroyri frá landi við teimum seks, sum er manningin: fýra úr Sveis, ein úr Meksiko, sum býr í Orlando í Florida, USA, og Livar Nysted úr Hvannasundi.
Ferðin varð útsett fleiri ferðir fyri ófantaligt veður, men endiliga varð hælurin høgdur í lágtrýstið, og báturin fór avstað, tá ið Bergur, formaður, hevði takkað manningini og hjálparum hjá felagnum Naddoddi og sagt, at hann og øll, ið her vóru komin saman, vóru errin av manningini á Naddoddi.
Teir róðu Naddodd út frá, og meðan teir róðu hesa hátíðarløtuna, ið rørdi mannfjøldina so mikið, at har var mest sum tøgn á Tangabrúnni, ljómaði trompetin hjá Tróndi Enni um fjørðin við lagnum til sálmin "Eg skar mítt navn" úr bátinum hjá Enni-feðgunum. Hesin báturin og tann hjá bátasmiðinum, Johan Olsen, ið smíðaði Naddodd í 1997, fylgdu seksæringinum út um fjarðarmunnan. Hann setti seglini úti við Lítla Holm.
Tað skrivar Sonne Smith á facebook.